Dimma.fo | Motortrolarin Jóannes Fonsdal (Sundaberg)

Motortrolarin Jóannes Fonsdal (Sundaberg)

Vestmannatrolarin Jóannes Fonsdal var fyrsti sonevndi motortrolari í føroyska flotanum. Hann hevði ikki guvumaskinu, men dieselmotor.

Óli Olsen (sandagota@gmail.com)
5. juli 2019 kl. 09:53

Hans Fonsdal keypti tann 5. mai 1955 trolaran Nordhav V úr Sandefjord í Noregi og nevndi hann Jóannes Fonsdal eftir faðir sínum.

Annars kom fyrsti trolaran, Lord Alfred Paget, til landið longu í 1905. Framskygdi vinnulívsmaðurin úr Vestmanna, Ólavur á Heygum, gekk á odda. Hetta var koltrolari. Í 1947 komu fyrstu oljukyndu guvutrolararnir og seinni aftur motortrolararnir.

Jóannes Fonsdal var smíðaður í 1952 í Hamburg, var 623 tons brutto og hevði 1120 hesta wumag-krupp dieselmotor. Í 1959 fekk hann nýggjan 1500 hesta deutz-diesel motor.

Hans Fonsdal var royndur trolaramaður. Hann sigldi øll krígsárini sum stýrimaður við koltrolaranum Skálabergi hjá J.F. Kjølbro og Chr. Holm Jacobsen. Í tríatiárunum hevði hann siglt við trolarunum Gatooma úr Grimsby og Tonno úr Triest í Italia. 1952-54 førdi hann trolaran Gullsøka úr Vestmanna.

Hans Fonsdal førdi Jóannes Fonsdal meginpartin av tíðini sjálvur. Aðrir, sum førdu hann, vóru Petur Joensen úr Vestmanna og Napoleon, Poli, Johannesen úr Havn.

Í 1965 keypti pf. J.F. Kjølbro í Klaksvík Jóannes Fonsdal úr Føroya fútarætti, eftir at hann var farin á tvingsilssølu. Hann fekk navnabroyting til Sundaberg og nummarið KG 336. Samson O. Samson og Benjamin Joensen (Benni), báðir úr Klaksvík, skiftust um at føra hann.

7. mai 1972 sakk Sundaberg á veg heim úr Nýfundlandi við fullari saltfiskalast, o.u. 430 tonsum. Teir sendu út neyðarkall, tí at skipið var farið at leka. Veðrið var heldur vánaligt. Manningin, 38 mans, fór í bjargingarbátarnar, og stutt eftir sakk farið. Bretsku trolararnir Othello og Kingston Amber tóku alla manningina upp. Othello fór á Reykjavík við manningini á Sundabergi.

Myndirnar her á síðuni eru úr savninum hjá Karmal Olsen úr Vestmanna. Karmal, sum er á myndini við monnum umborð á Jóannesi Fonsdal, doyði longu seinast í 1958.

Umborð á Jóannesi Fonsdal í fimmtiárunum. Vit hava fingið hesar upplýsingar um menninar:

Fremst frá vinstru: Karmal Olsen, Palli í Garðastovu, báðir Vestmanna, Sverri Jakobsen, Húsavík. Annað rað: Hákun Lamhauge, Steingrím Kristoffersen, báðir Vestmanna. Triðja rað: Jens Poulsen, Vestmanna, Sofus í Fornanum, Gjógv, Jákup Joensen (Lago), Kvívík, Jógvan Petersen, Sandi, Hans Mikal, Hósvík. Aftastur Gunnar ella Olaf Samuelsen, Eiði.

Hvat man eftirnavnið hjá Hans Mikal úr Hósvík vera? Hvør stendur aftastur? Aðrar viðmerkingar?