Til Áslu á føðingardegnum
Lýsing
Lýsing

Til Áslu á føðingardegnum

SKRIVAÐ: Jógvan Júst  |  17.05.2024 - 07:00 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag fyllir eitt av fittastu fólkunum, eg nakran tíð havi kent, runt. Eg sigi ikki hvat hon fyllir, tað hevði eg aldri funnið uppá. Tað er bara tað, at eftir sum hetta er sjeyndu ferð, hon ger tað, so helt eg, at tað er uppá sítt pláss, at eg sendi henni eina heilsan.

 

 

Ásla er fødd norska tjóðardagin. Eg plagdi at halda, at hon var uppkallað eftir Oslo, men tað er hon ikki. Hon eitur eftir tveimum systrum, sum doyðu, tá ið tær vóru smágentur. Tað var familja hjá okkum norðuri á Oyrini, ella sum tað er betur kent, Norðdepli.

Tað eru fýra og eitt hálvt ár millum Áslu og meg. Mær er fortalt, at hon í fyrstani var í so øvundsjúk inn á meg, men tað má man hava lagað seg skjótt, eg minnist hana bara sum eina fitta systur. At hon altíð hevur verið fitt, merkir ikki at vit, sum smábørn, ongantíð klandraðust. Sum eg minnist tað, kom tað sum oftast av, at henni dámdi so væl at arga meg. Minnist eina ferð, vit vóru einsamøll inni, at hon gjørdi meg so óðan, at eg fór eftir henni við einum kustaskafti. Eg havi altíð verið í so klossutur, og kom kustaskaftið í ljósakrúnuna inni í stovuni: Alt glasið fór í knús. Og ljósakrúnan var ein brúdleypsgáva til mammu og pápa! Pápi var til skips, ræðulig kensla. Men eg veit ikki, tað man hava spælt væl av, tí vit flentu ofta at tí seinni.

Barnaminnið, sum hevur rist seg mest í hugan, man vera, tá ið vit mistu mammu. Løgið hvussu slíkar ræðuligar hendingar ofta vísa, hvussu ymisk vit eru. Ásla var norðuri á Oyrini, tá mamma fór. Sum eg minnist tað, var alt stilt, tungt og trist, til Ásla kom inn. Minnist, hvussu hon græt, og hvussu eg, í mínum filosofiska sinni, hugsaði: „Eg visti altíð, at hon fór at gráta.“ Jú, vit eru ymisk, og tó, tað munnu vera fá sysktin so nær knýtt, sum vit. Systrarnar hava ein Facebookbólk, har tær tosa saman hvønn einasta dag. Eg eri eisini í bólkinum, men at práta við hvønn dag, nei, har meldi eg pass.

Hóast stóra missin við mammuni so vóru barnaárini góð. Har vóru mangar ríkar løtur, prátini við køksborðið, summarløturnar úti á trappuni, túrarnir niðan í hagan. Har er so nógv, man kundi trivið í. Eitt minni, sum serliga situr eftir, er, tá ið vit fóru við pápa niður til Esbjerg at landa, tað var við gamla Skálaberg. Spennandi. Eg haldi vit vóru meira úti á Fanø enn í Esbjerg og so ikki at gloyma, tá ið vit fóru til Legoland. Vit fóru eisini niðan á hægsta fjallið í Danmark, Himmelbjerget. Minnist ikki samanhangin, men ein dagin skuldu vit onkustaðni í flúgvara. Vit endaðu umborð á skeivum flúgvara. Tá vóru Ásla og eg flov av pápa.

Og so var Ásla liðug við fólkaskúlan. Hon var arbeiðsgenta eitt ár og fór so til Havnar at læra til sjúkrasystur. Kendist tómt, tá ið hon var farin, man var ofta í Havn og vitjaði hana. Altíð gott og hugnaligt. Nøkur ár seinni fór eg vestur um hav, og hevur adressan síðani, fyri tað mesta, verið útlendsk. Og tó, tættknýtta sambandið er einki viknað við árunum, heldur øvut. Ríkt. 

Ásla hevur altíð havt eitt hjarta fyri, at hini skula kunna kenna seg væl og kunna vera við. Tað eru tvær hendingar við nærum 60 ára millumbili, sum, eg haldi, lýsa hetta so væl. Tann fyrra er eitt pent summarkvøld úti í Grótinum. Vit spældu úti. Ein barnafamilja, úr Havnini, var júst komin norð at ferðast hjá onkrum granna. Meðan vit spældu, vildi Ásla hava, at onkur fór og spurdi, um tey koma út at spæla. Okkum dámdi tað einki, vit hildu tað vera flovisligt, men Ásla stóð við sítt, og tað endaði við, at onkur fór. Tey søgdu ja, og minnist eg, hvussu stuttligt tey høvdu tað. Eg var glaður, at vit høvdu lurtað eftir Àslu.

Hin hendingin er frá fyrr í ár. Ásla skipaði fyri einari tiltakið um føroyskt teknmál. Norðlýsið skrivaði at ‘har kom greitt fram, at føroyskt teknmál veitir mongum lívsgóðsku, sum annars hava trupult at samskifta við umheimin’. Hatta er Ásla, verið tað fyrr ella nú. Hon vil tryggja sær, at øll kunna vera við og kenna seg væl. 

Tað, sum eg tó haldi eyðkenna Áslu mest er, at hon er ein bønarkvinna. Tað fellur henni natúrligt, tá ið vit práta um hvat tað skal vera, mitt í samtaluni at steðga og senda ein bøn upp í samband við tað, sum prátið dragar seg. Forkunnugt at hava slík fólk í lívinum.

Takk fyri alt, tú ert fyri okkum Ásla. Cathy og eg ynskja tær hjartaliga tillukku við stóra degnum.

 

 

Jógvan Júst

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóhann einsamallur eigari av Norð­lýsinum
Veðrið um vikuskiftið
Rannvá Isaksen nýggj forkvinna í Vinnulí…
Hvat er sannleikin í skannaramáli­num?
Skannaramálið – hvat vit vita, og hvat v…
Braerstormu­rin í 1993
Nýggjan vøll á Djúpumýru
Tað er ikki klárt, men tað verður tað!
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Áttandi venjarin hjá KÍ og B36
Magne Hoseth er nú venjari hjá B36
Árni spyr um skanning av prostata sjúkli…
Eydnudeildin fær 100.000 kr.
Oyggjaleika­nevndin 27 er mannað
Straksdómur í máli um innflutning af has…
1000 ára gomul KÍ-perla funnin í Borðoya…
Vinnulívs­ráðið aðalfund í kvøld kl. 19.0…
Lands­sjúkra­húsið skyldar sjúklingu­num ei…
VIDEO: Verkfalsvaktir standa hjá Kjølbro…
Føroyar ímóti fremsta liðnum í Silvurlig…