Hevur føroyski veljarin annað val enn frával?
Lýsing
Lýsing

Hevur føroyski veljarin annað val enn frával?

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  13.05.2024 - 08:39 Lesarabrøv Politikkur

Eg mundi dottið av stólinum, tá eg í tíðindunum á middegi ígjár hoyrdi, at Fólkaflokkurin hevði verið stóri vinnarin, um val var nú. Og hvat er tað so, sum veljarin er hesum flokkinum so takksamur fyri? Er tað kanska tað, at flokkurin saman við sínum líkum samtyktu forskatting av pensjónum, sum hevur oyðilagt langtíðarhaldføri í føroyska búskapinum, og sum fer at svíða hjá komandi ættarliðum og helst at gera tað neyðugt at hækka pensjónsaldurin?

 

Ella er tað kanska tí, at fáar vikur eftir næstsíðsta val fekk flokkurin samtykt eina fiskivinnulóggávu, har fiskiloyvi og fiskurin í havinum í veruleikanum vórðu latin latin nøkrum reiðarum til ognar, og sum tað er ógjørligt hjá hesi og komandi samgongum at broyta nevnivert uttan risastór og ørandi endurgjøld?

Men hví missir sitandi samgonga undirtøka? Jú, hon situr og pilkar við nøkur mál, sum lítlan og ongan týdning hava fyri livikorini hjá vanliga føroyinginum. Tað hevur ongantíð verið truplari hjá ungfólki, løntakarum og einligum forsyrgjarum at fóta sær í Føroyum enn júst nú, meðan ójavnin í samfelagnum millum rík og fátøk bara veksur. Útlendingar koma til landið í stórum tali, meðan høgir leigu- og húsaprísir, grammleiki hjá bankunum og partvíst spekulatión í fastari ogn gera tað ómøguligt hjá nógvum "innføddum" at finna innivist.

Og hví minkar talið av nýføddum børnum nú so bráddliga? Eitt alsamt meira avskeplað samfelag er medvirkandi til, at nógv ung eru stúrin um framtíðina!

 

Jákup Andreasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ari, Ragnar og Noah hava fingið landslið…
Silvur­drongur, Himmerland, Die Færøsche…
Fakfeløg renna ongantíð undan samráðingu…
GroAqua bygt fóðurflaka til MOWI
Lydia í Varpinum
Børn fáa nú hjálp eftir skilnað millum f…
Rebekka og Henry vóru skjótast
Stórkapping skal stimbra áhugan fyri fræ…
Borgar­stjó­rin í Kujalleq vitjaði í Klaks…
Til minnis um Jógvan Michael Matras
Eru krøvini hjá arbeiðarafeløgu­num órími…
Børn sleppa ókeypis til landsdyst
Anja nýggjur leiðari í námsfrøðiligu ráð…
LISTAFRAMSÝNING í Varpinum
Jóanes Højsted heiðraður á Borg
Freistir í sambandi við kommunuvalið 202…
Okkara partur liggur ikki eftir!
VIDEO: Betongbilu­rin slapp avstað
Løgreglan komin uppí
Verkfalsvaktir uttanfyri hjá Kanjon